ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2017 VERÐUR KUNNGJØRT 24.11.2017
Fríggjakvøldið 24.11.2017 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2017 verður almannakunngjørt. Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Sandoy og í Suðuroy.
Skráin fyri dagin verður hendan:
· Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
· Birna Mørkøre, landsdjóralækni, greiðir frá støðuni við ridluskriða í dag.
· Kaffisteðgur.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.
· Tummas Marni Joensen fortelur um felagsskapin í eini óðalsbygd.
· Úrslitini av Landsseyðasýningini 2017 verða kunngjørd og steypini handað.
Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.
Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.
« Aftur