
ÆRNAR Á BÚNAÐARSTOVUNI SKANNAÐAR
Vit vóru á fjalli í Heygshaga tann 7. februar 2018 og vigaðu og skannaðu allar ærnar. Tilsamans skannaðu vit 176 ær. Úrslitið vísti, at 8 vóru geldar, harav 5 gjólingar, 112 ær ganga við einum lambi, meðan 56 ær hava tvey lomb. Eftir skanningini kunnu vit sostatt vænta okkum 224 lomb ella 1,27 lamb uppá ærina, gjólingar íroknaðir. Í vetur hava allar 29 tvæveturærnar og allir 31 gjólingarnir verið inni síðani 7. november og hava fingið súrhoyggj eftir matarlysti og kraftfóður. Sambært skanningini kunnu vit vænta 67 lomb undan teimum 60, sum eru føddar inni ella 1,12 lamb uppá ærina. Hinar ærnar hava verið úti og hava fingið kraftfóður frá 7. november til 10. januar.
Í talvunum 1 og 2 eru víst tal á lombum býtt eftir árgangi og fylgi.
Í Mynd 1 eru úrslitini frá skanningini í ár sammett við undanfarnu árini. Á hesi talvu síggja vit, at tvæveturærnar geva nógv fleiri lomb, nú tær verða føddar inni.
Árgangur |
|
Lomb |
|
|
Geld |
Eitt lamb |
Tvey lomb |
|
|
|
|
2010 |
0 |
5 |
2 |
2011 |
1 |
8 |
10 |
2012 |
0 |
10 |
7 |
2013 |
0 |
16 |
10 |
2014 |
0 |
10 |
9 |
2015 |
1 |
18 |
7 |
2016* |
1 |
18 |
10 |
2017* |
5 |
27 |
1 |
*2016 og 17 eru føddar inni
Talva 1. Tal á lombum býtt eftir áldri á óm.
Fylgi |
|
Lomb |
|
|
Geld |
Eitt lamb |
Tvey lomb |
|
|
|
|
Sunnasta |
0 |
8 |
18 |
Miðjan |
0 |
25 |
10 |
Svartá |
2 |
21 |
10 |
Hvilvt |
0 |
13 |
7 |
Talva 2. Tal á lombum býtt eftir fylgjum. Tvæveturær og gjólingar eru ikki við í yvirlitinum
Mynd 1. Skannað lomb hjá tvæveturóm árini 2014 - 2018
« Aftur