ÆRSVEKTIR 27. MARS 2018
27. mars vóru vit á fjalli og góvu heilivág, og tá vigaðu vit eisini ærnar. Tær vigaðu 50,6 kg í miðal. Hetta er 2,5 kg meira, enn tá vit skannaðu 7. februar, men 5,8 kg minni enn, tá vit vóru í skurðfjalli.
Ærnar viga 2,4 kg meira enn somu tíð í fjør, men hesi tøl kunnu ikki samanberast, tí í vetur hava vit givið ónum kraftfóður frá 7. november til hálvan januar, t.v.s. umleið ein mánaða longri enn undanfarna ár, tá vit góvu frá 3. november til 12. desember.
Gongdin frá skurðfjalli til mars hevur verið hendan tvey tey seinastu árini (eingin viging í nov 17):
« Aftur