VERKÆTLANIR UM KORN
Búnaðarstovan hevur seinastu árini verið við í tveimum verkætlanum um kornvelting. Onnur er fíggjað av NORA og hin av NPA. Luttakararnir í verkætlanini eru úr ávikavist Norðurnoregi, Orknoyggjunum, Hetlandi, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Ný Foundlandi og Labrador.
Korn – og tað er bygg, talan er um - hevur verið velt í Føroyum í øldir, men kornveltingin helt uppat í seinastu øld, og í dag eru bert hendinga eldri fólk, sum minnast kornvelting av týdningi í Føroyum. Kornið búnaðist illa, og mátti turkast í sornhúsi áðrenn klárt var at treskja. Kornarbeiðið var sostatt sera tungt og tíðarkrevjandi í Føroyum, og hetta var óivað ein orsøk til, at tey góvust at velta korn í Føroyum um tað mundi, tá tey í øðrum londum fóru at nýta framkomnar maskinur at treskja við.
Tað er eitt sindur ymiskt hvussu verið hevur við kornvelting í hinum luttakaralondunum. Tey vita, at landnámsmenninir í Íslandi veltu korn, men har góvust tey at velta korn í miðøld, møguliga tí tað er vorðið ov kalt í veðrinum tá, men teir byrjaðu aftur fyri einum 50 árum síðani, t.v.s. um tað mundið, tá føroyingar góvust. Í dag eru einir 470 bóndur í Íslandi, sum velta korn, og teir framleiða eini 4.800 tons um árið. Meginparturin fer til neytafóður, men nakað fer eisini til matna. Bæði bakarí og bryggjarí eru farin at framleiða burturúr íslendskum korni, og íslendarar taka væl ímóti hesum vørum.
Á íslendska landbúnaðaruniversitetinum gera tey eitt megnar arbeiði at ala fram góð kornsløg, sum hóska til íslendska veðurlagið.
Í Orknoyggjunum hava tey velt korn, alt vit vita um, og tey velta framvegis rættiliga nógv. Teir nýta mest eitt gamalt staðbundið byggslag, og tað verður bæði brúkt til matna og fóður, og harumframt verður heilt nógv brúkt í whiskyframleiðslu. Í Hetlandi velta tey nakað av korni, men tó væl minni enn í Orknoyggjunum.
Bæði í Norðurnoregi og Ný Foundlandi og Labrador veltu tey korn í gomlum døgum, men tey góvust, tí kappingin við meginøkini í Noregi og Kanada gjørdist ov hørð, men í dag royna tey at spjaða so nógva matframleiðslu sum gjørligt til útjaðaran, einamest fyri at spara flutningskostnað. Tí eru bæði Norðurnoreg og Ný Foundland og Labrador áhugaverdir samarbeiðspartnarar í verkætlanunum.
Roynd við korni á Sandi og á Vatnaskørðum í 2014
Vit kannaðu, hvussu fimm ymisk sløg av byggi úr ymsum Norðanlondum, harímillum eisini eitt gamalt føroyskt slag, vaksa og búnast á Sandi og á Vatnaskørðum, og vit sammettu hesi fimm sløgini við hvørt annað.
Úrslitini vístu, at bygg veksur heilt væl, tó er munur á sløgunum, men tey skjóta øll væl aks. Tey stadna eisini væl, men vit hava havt stórar trupulleikar av fugli, sum etur kornið, so hvørt sum tað stadnar. Íslendska slagið Kría er tað slagið, sum royndist best. Tað búnaðist væl, hevur lutfalsliga stutt strá, sum eru sterk og standa væl ímóti vindi og regni.
Roynd við korni í Saksun, á Vatnaskørðum og á Búnaðarstovuni í 2016 og 2017
Heilir akrar vóru sáddir við byggslagnum Kría. Tað vaks og búnaðust væl, men ein stór avbjóðing var at fáa kornið treskt. Vit royndu at heysta kornið við einum sonevndum sjálvbindara, sum slær og bindur aksini í buntir úti á akrinum, men hann fekst ikki at virka, sum vit høvdu ætlað. Kornið bleiv tí sligið við sláimaskinu og koyrt inn at treskja. Hetta bleiv gjørt við einum “stationerum” bensindrivnum treskjara.
Besti mátin at treskja kornið er við automatiskum treskjarum, sum bæði sláa og treskja úti á akrinum – tað, sum danir rópa “mejetærsker”, men tær maskinur, sum eru á marknaðinum, eru alt ov stórar og tungar til føroyskar akrar.
Roynd við korni í 2018
Vit hava aftur sátt korn í ár, og nú hevur eydnast Búnaðarstovuni at fáa hendur á einum brúktum treskjara úr Noregi (“mejetærsker”), sum er nógv minni enn teir, sum verða seldir í dag. Hann verður royndur í heyst, og eydnast tað væl við honum, so fer at bera til hjá bóndum at fara undir byggvelting.
Í samband við at seinna verkætlanin endar, eru nakrar vegleiðingar gjørdar. Hesar vegleiðingar kunnu lesast á her:
Umstøður at velta bygg í Føroyum við atliti til veðrið
Frágreiðing um verkætlanina og kornvelting á enskum
« Aftur