140x140

STARVSFÓLK TIL ULLARMÓTTØKU Á BÚNAÐRASTOVUNI Í SUMMAR

Í sambandi við, at Búnaðarstovan skipar fyri móttøku av ull í summar, tørvar okkum fólk til arbeiðis at taka sær av dagligu uppgávunum í hesum sambandi.

Talan verður um eitt fólk at hava ta dagligu ábyrgdina og at leggja verkliga arbeiðið til rættis og harumframt um hjálparfólk aftrat eftir tørvi.

Tann, ið stendur fyri ullarmóttøkuni, má hava gott skil fyri ull og dygdini av henni, hava hegni at avgreiða viðskiftafólkini á góðan hátt og somuleiðis duga væl at skipa arbeiðsgongdina á munadyggan hátt.

Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað størv frá fyrst í juli og til umleið endan av august mánað 2018. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu senda Búnaðarstovuni eina umsókn innan 29. juni 2018.

Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum og ynskja at frætta nærri, eru vælkomin at venda sær til Dortheu Joensen á dj@bst.fo ella tlf. 299019.

Frammi í Dal 166

FO-410  Kollafjørður

Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20

bst@bst.fowww.bst.fo    

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369