ALMENT TILTAK VIÐ FØROYSKUM HÚSDJÓRUM Á BÚNAÐARSTOVUNI SUNNUDAGIN 15. JULI 2018
Sunnudagin 15. juli millum kl. 14 og 17 skipar Felagið Føroysk Ross (FFR) fyri tiltaki á Búnaðarstovuni, í sambandi við at felagið rundar tey 40 árini, og at felagið hevur vitjan av íslendskum sýnsdómarum at máta føroysku rossini.
Í sambandi við tiltakið hjá FFR verður samstundis høvi at síggja onnur húsdjórasløg, sum eru á Búnaðarstovuni, millum annað neyt, seyð, gæs og dunnur av føroyskum slagi.
Meira fæst at vita um tiltakið hjá FFR á facebook síðu teirra.
« Aftur