ULLARMÓTTØKA Á BÚNAÐARSTOVUNI Á SUMRI 2018
Frá 19. juli til 18. august 2018 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 17.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00.
Tikið verður tó ikki móti ull ólavsøkuaftan.
Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku.
Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar.
Tikið verður ikki ímóti ull við skræpu ella málingarrestum í, vátari ull, ella ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og heldur ikki ímóti pesjum (fleirárað ull). Ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til Búnaðarstovuna.
Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.
Tøvd ull, hálsull og møgulig búkull o.tíl. verður avroknað í II. flokki.
Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á móttøkustaðnum.
Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG.
Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG.
Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.
Navn, P-tal ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin inn.
Avtalað er við MBM sølustøðini kring landið, at hesi selja vælegnaðar posar frá Vest Pack at stinga ullina í. Tað er tó ikki ein treyt, at hesir posar verða nýttir.
Eru ivamál, vendið tykkum tá til Dortheu Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo.
« Aftur