STARVSFÓLK TIL ULLARMÓTTØKUNA Á BÚNAÐARSTOVUNI
Søkt verður eftir fólki til ullarmóttøkuna á Búnaðarstovuni. Starvið er tímalønt og tíðaravmarkað og verður sett skjótast gjørligt.
Búnaðarstovan hevur savnað ull inn í summar og verður arbeiðsuppgávan at skilja hesa ullina og fáa hana pakkaða.
Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum kunnu senda eina umsókn ella venda sær til Dortheu Joensen á telduposti: dj@bst.fo ella við at ringja til nr. 299019.
« Aftur