140x140

ALDURSMARK FYRI FESTARAR

Í samráð við Fiskimálaráðið skerpir Búnaðarstovan nú framyvir sína mannagongd viðvíkjandi umsiting av ásetingini í løgtingslóg um landsjørð, har tað er ásett, at festið stendur við so leingi, festarin er á lívi, tó í mesta lagi til hann hevur fylt 70 ár.

Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2014, er ásett í § 2, stk. 2: “Festið stendur við so leingi, festarin er á lívi, tó í mesta lagi til hann hevur fylt 70 ár”.

Búnaðarstovan og Fiskimálaráðið hava viðgjørt spurningin um aldursmarkið fyri møguleikanum at sita við einum festi og eru komin ásamt um at skerpa verandi mannagongd fyri umsiting av hesi lógarásetingini.

Í næstum fer Búnaðarstovan tí undir at senda skriv út til teir festarar, ið eru fyltir 70 ár, við fráboðan um, at hesir mugu fáa framt festaraskifti innan eina nærri ásetta tíð. Við tað, at Búnaðarstovan higartil ikki hevur havt eitt virkið eftirlit við hesi lógaráseting, fáa hesir festarar eina serstaka tillagingarfreist til at rigga av í. Tíðarfreistin at finna nýggjan festara verður í hesum førum sett til 12 mðr., ið er hin sama, sum eisini er ásett í lógini, tá talan er um uppgerð av búgvi eftir ein festara.

Somuleiðis er ætlanin framyvir at senda teimum festarum áminningarskriv í góðari tíð, sum nærkast 70 ára aldursmarkinum. Hesir fáa fráboðan við áminning og upplýsing um nevndu áseting í løgtingslóg um landsjørð, saman við boðum um at fáa framt festaraskiftið í seinasta lagi við 70 ára aldur.

Verður nýggjur festari ikki funnin innan freistin er runnin, fellir festið aftur til Búnaðarstovuna.

Avgerðir um hesi viðurskifti kunnu síðani kærast til Fiskimálaráðið, um festarin er ónøgdur.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369