ÁSEYÐAROYTING 2018
Mikudagin tann 11. juli 2018 vóru vit í áseyðaroyting á Búnaðarstovuni. Umframt tað vanliga arbeiðið, varð seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Hetta hava vit gjørt fleiri ferðir seinastu árini. Tann samlaða miðalvektin í ár er heldur meira enn í fjør, hóast tað eru umleið 20 lomb fleiri í ár enn í fjør. Annars sóu lombini út til at trívast væl.
Vekt á lombum seinastu 6 árini
Ár |
2012 |
2013 |
2014 |
2015 |
2016 |
2017 |
2018 |
Dato |
3. juli |
3. juli |
9. juli |
8. juli |
5. juli |
4. juli |
11. juli |
Miðalvekt í kg. |
20,81 |
19,9 |
24,6 |
22,56 |
21,5 |
21,35
|
23,4 |
Rokna vit við, at dagligur vøkstur er 250 g, so kunnu vit við hesum rætta okkum inn til 9. juli hvørt ár. Tá eru vektirnar í 2014, 2015, 2016, 2017 og 2018 hesar:
Ár |
2014 |
2015 |
2016 |
2017 |
2018 |
Dato |
9. juli |
9. juli |
9. juli |
9. juli |
9. juli |
Miðalvekt í kg. |
24,6 |
22,81 |
22,25 |
22,60 |
22,9 |
Tað merkir, at lombini vigaðu 0,4 kg meira í ár enn í fjør.
Vektirnar á tvílembulombunum í Sunnastu og Miðjuni:
Aftrat teimum vanligu skrásetingunum vóru blóðroyndir tiknar av lombunum fyri at kanna mótstøðuføri móti ridluskriða.
Ærsvektir í februar, mars og juli seinastu fimm árini:
Ærnar vóru væl fyri og høvdu góða filing.
« Aftur