140x140

'HEIMABLÍDNI' Á SENDISTOVU FØROYA Í REYKJAÍK

Hósdagin 18. oktober var væleydnað tiltak á Sendistovu Føroya í Reykjavík í sambandi við altjóða ráðstevnuna Arctic Circle Assembly, har føroyska skipanin “Heimablídni” var í miðdeplinum.

Búnaðarstovan er leiðari fyri eini verkætlan fíggjað við styrki úr NORA. Búnaðarstovan arbeiðir í verkætlanini saman við luttakarum úr ávikavist Grønlandi (Sermersooq Business Council), Íslandi (Austurbrú av Egilsstøðum) og Norður Noreg (Innovative opplevelser – InnOpp, umboðað av oyggjunum Hamarøy, Vega og Træna). Evnið fyri verkætlanini er í stuttum  “Tyssibygging um samvinnu innan matframleiðslu og burðardygga ferðavinnu” ella “Cluster-to-cluster cooperation in the High North: Food and tourism, the road to sustainable growth in remote regions”.

Luttakararnir í verkætlanini samstarva um at vísa á gongdar leiðir innan menning av burðardyggum vinnumøguleikum í útjaðaraøkjunum í Útnorðri við serligum denti á møguleikunum innan samvinnu um staðbundna matframleiðslu og burðardygga ferðavinnu.

Evnið hevur eisini fingið alt meira uppmerksemi í altjóða høpi, og verður m.a. á dagsskrá sum partur av formansskapsskránni hjá komandi íslendska formansskapinum í Arktiska Ráðnum og í Norrøna Ráðharraráðnum.

Í verkevnisbólkinum varð hildið, at ein kend altjóða ráðstevna, so sum Arctic Circle, kundi verið eitt gott høvi at varpa ljós á spurningin, arbeitt verður við. Við fíggjarligum stuðli frá Nordregio í Stockholmi, og góðari undirtøku frá fyriskiparunum av Arctic Circle, varð tí farið at ítøkiliggera møguleikan.

Semja var um, at føroyska skipanin “Heimablídni”, ið vann eina fyrstuvirðisløn á Embla Nordic Food Award í Keypmannahavn í 2017, var rætta evnið at nýta sum dømi til at varpa ljós á verkætlanarevnið. Avtala varð tí gjørd við “Heimablídni hjá Onnu og Óla” á Velbastað, um at fáa tey at umboða skipanina, og Føroyska Sendistovan í Reykjavík var so beinasom at veita høli til tiltakið. Atlantsflog og bryggjaríini Føroya Bjór og Okkara, vístu eisini tiltakinum vælvild.

Hósdagin 18. oktober 2018 kl. 17.00 var tí boðið til tiltak á Føroysku Sendistovuni undir heitinum "HEIMABLÍDNI" A NORTH ATLANTIC FOOD AND TOURISM NETWORK FOOD EVENT, har Poul Michelsen, landsstýrismaður, beyð vælkomið. Óli Rubeksen greiddi  á fyrimyndarligan hátt gestunum frá um “Heimablídni”, meðan tær báðar møðgurnar, Anna og Ragnhild, syrgdu fyri, at gestunum einki treyt av teirra frálíka mati og drekka. Hølini vóru somuleiðis myndprýdd til høvið at greiða gestunum eitt sindur frá um virkistreytirnar hjá teimum, ið fáast við “Heimablídni” í Føroyum.

Umframt føroyska “Heimablídni”, greiddu íslendsku og norsku umboðini í verkætlanini frá um evni av týdningi í teirra staðbundnu økjum. Ein íslendsk duo, ið hevur fingist nógv við at syngja fyri gestum av Cruise-skipum, sum vitja á Seyðisfirði, framførdi nøkur løg.

Eini á leið 50 innboðin fólk møttu til tiltakið, ið gjørdist serstakliga væleydnað. Gestirnir lótu avbera væl at bæði mati og drekka, umframt at hugtakið “Heimablídni” vakti stóran ans. “Heimablídni” er m.a. longu sett á dagsskrá í fleiri av londunum í Norðurhøvum. Gestirnir vóru úr flestøllum heimspørtum, umboðandi uttanríkistænastur, politikk, fyrisiting, vinnulív, gransking o.s.fr.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369