ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2018 VERÐUR KUNNGJØRT 16.11.2018
Fríggjakvøldið 16.11.2018 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2018 verður almannakunngjørt. Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Sandoy og í Suðuroy.
Skráin fyri dagin verður hendan:
· Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
· Debes Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, greiðir frá um ridluskriða verkætlan.
· Kaffisteðgur.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.
· MBM hevur kunnandi framløgu um fóður.
· Úrslitini av Landsseyðasýningini 2018 verða kunngjørd og steypini handað.
Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.
Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.
« Aftur