140x140

NPA VERKÆTLAN - AVRENNING AV TØÐUM

Búnaðarstovan luttekur í einari norðureuropeiskari verkætlan WaterPro, sum snýr seg m.a. um fyribyrging av dálking av vøtnum, áum, løkum og sjógvi. Okkara partur í verkætlanini er í høvuðsheitum um árin á náttúru av taðing. Verkætlanin er fíggjað av Northern Perifery and Arctic Program.

Í hesum sambandi hevur Búnaðarstovan gjørt nakrar royndir og skrásetingar av møguligari taðingardálking í Føroyum. Ráðstevnur hava verið fyriskipaðar í Írlandi og Svøríki í sambandi við verkætlanina. Ætlanin er at skipa fyri ráðstevnu í Føroyum næsta vár.

Í summar var Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi á verkætlanarfundi í Edinburg, har allir verkætlanarluttakararnir hittust. Fundarfrásøgn á enskum kann lesast her.

 Í verkætlanini luttaka

•      Savonia University of Applied Sciences, Verkætlanarleiðarar (Finland)

•      Geological Survey of Finland (Finland)

•      Luleå University of Technology (Svøríki)

•      Agricultural University of Iceland (Ísland)

•      Lough Neagh Partnership (Norðurírland)

•      Agri-Food and Biosciences Institute (Norðurírland)

•      Heriot Watt University (Skotland)

•      Donegal County Council (Írland)

•      Búnaðarstovan (Føroyar)

Til ber at fylgja verkætlanini á Facebook á

https://www.facebook.com/waterproproject/?fref=ts

og á

http://www.water-pro.eu/

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369