STUÐUL TIL GRØNMETISFRAMLEIÐSLU 2019
Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2019 eru játtaðar 800 túsund krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu.
Játtanin er liður í ætlanunum hjá landsstýrinum um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, har eitt av málunum er at økja um framleiðsluna av dygdargóðum føroyskum landbúnaðarvørum, harundir at framleiða grønmeti.
Játtanin verður umsitin av Búnaðarstovuni. Umsóknarblað við reglugerð fyri stuðulsjáttanini kann takast niður her. Freistin at søkja um stuðul er 12. mars 2019.
« Aftur