140x140

SKANNING Á BÚNAÐARSTOVUNI 2019

Vit vóru á fjalli í Heygshaga tann 14. februar 2019 og vigaðu og skannaðu allar ærnar. Tilsamans skannaðu vit 166 ær. Úrslitið vísti, at 5 vóru geldar, harav 3 gjólingar, 112 ær ganga við einum lambi, meðan 49 ær hava tvey lomb. Eftir skanningini kunnu vit sostatt vænta okkum 210 lomb ella 1,27 lamb uppá ærina, gjólingar íroknaðir. Í vetur hava 27 træveturær og 26 av teimum 27 gjólingunum verið inni síðani 15. november og hava fingið súrhoyggj eftir matarlysti og kraftfóður. Sambært skanningini kunnu vit vænta okkum 39 lomb undan teimum 27 træveturónum og 24 lomb undan teimum 26 gjólingunum, sum eru føddar inni ella 1,41 lamb undan træveturónum og 0,92 lomb undan gjólingunum. Hinar ærnar hava verið úti og hava fingið  kraftfóður frá 15. november til 10. januar.

Í talvunum 1 og 2 eru víst tal á lombum býtt eftir árgangi og fylgi.

Í Mynd 1 eru úrslitini frá skanningini í ár sammett við undanfarnu árini. Á hesi talvu síggja vit, at træveturærnar geva fleiri lomb, eftir at vit byrjaðu at flusha á heysti 2016.

Fylgi

 

Lomb

 

 

Geld

Eitt lamb

Tvey lomb

 

 

 

 

Sunnasta

0

18

14

Miðjan

0

21

8

Svartá

2

23

8

Hvilvt

0

11

7

 Talva 2. Tal á lombum býtt eftir fylgjum. Træveturær og gjólingar eru ikki við í yvirlitinum

Árgangur

 

Lomb

 

 

Geld

Eitt lamb

Tvey lomb

 

 

 

 

2011

0

2

0

2012

0

10

4

2013

0

17

9

2014

0

10

7

2015

2

12

10

2016*

0

16

12

2017

0

23

6

2018*

3

22

1

*2016 og 18 eru føddar inni 

Talva 1. Tal á lombum býtt eftir aldri á óm.

Mynd 1. Skannað lomb hjá træveturóm árini 2014 – 2019. Frá 2014 til 2017 gingu træveturærnar úti alt árið. Tær, sum eru trævetur nú, hava verið føddar inni um veturin bæði sum gjólingar og tvævetur.

 

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369