140x140

ÆRSVEKTIR 27. MARS 2019

27. mars vóru vit á fjalli og góvu heilivág, og tá vigaðu vit eisini ærnar. Tær vigaðu 50,3 kg í miðal. Hetta er 5 kg meira, enn tá vit skannaðu 14. februar, men 5,7 kg minni enn, tá vit vóru í skurðfjalli.

Ærnar viga 0,6 kg minni enn somu tíð í fjør. Hetta er annar vetur vit hava givið ónum kraftfóður frá  november til januar, t.v.s. umleið ein mánaða longri enn undanfarna ár, tá vit góvu frá fyrst í november til hálvan desember. Í vetur fingu tær kraftfóður frá 15. november til 10. januar.

Gongdin frá skurðfjalli til mars hevur verið hendan trý tey seinastu árini (eingin viging í nov 17):

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369