140x140

AVTALA GJØRD UM ENDURGJALD FYRI YVIRKOYRDAN SEYÐ

Hin 6. mai 2019 skrivaðu Búnaðarstovan og Bóndafelag Føroya undir avtalu við bæði tryggingarfeløgini, nevniliga Betri Trygging og Trygd, um endurgjald fyri yvirkoyrdan seyð.

Avtalan er galdandi frá 1. januar 2019 fram til 1. januar 2024, tá hon skal endurskoðast.

Prísurin á yvirkoyrdum seyði er gjørdur upp uttan MVG.

Upphæddirnar, galdandi frá 1. januar 2019, eru hesar:

Veðrur     kr. 3.500,- u./MVG
Ær upp til 6 ár                                    kr. 3.500,- u./MVG
Ær eldri enn 6 ár                               kr. 1.950,- u./MVG
Brundseyður   kr. 3.500,- u./MVG
Lamb fram til 20. september      kr. 1.300,- u./MVG
Sleppingarlamb   kr. 3.250,- u./MVG

Búnaðarstovan mælir øllum bóndum og seyðaánarum, ið missa seyð orsakað av ferðsluávum, um at halda seg til omanfyri nevndu endurgjaldsupphæddir.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369