140x140

STARVSFÓLK TIL ULLARMÓTTØKUNA Á BÚNAÐRASTOVUNI Í SUMMAR

Í sambandi við, at Búnaðarstovan skipar fyri móttøku av ull í summar, tørvar okkum fólk til arbeiðis at taka sær av dagligu uppgávunum í hesum sambandi. Talan er um arbeiðið at taka ímóti, skilja og pakka ullina.

Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað størv frá fyrst í juli og til umleið endan av august mánað 2019. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu senda Búnaðarstovuni eina umsókn innan 17. juni 2019.

Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum og ynskja at frætta nærri, eru vælkomin at venda sær til Dortheu Joensen á dj@bst.fo ella tlf. 299019.

 

Frammi í Dal 166

FO-410  Kollafjørður

Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20

bst@bst.fowww.bst.fo 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369