140x140

YRKISSKEIÐ INNAN LANDBÚNAÐ

Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði innan landbúnað, sum gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.

Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar 10. september 2019 kl. 19.00.  Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.

Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur (umvegis Skype), so at tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum.

Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina skrivliga verkætlan. Skeiðið heldur á til juni 2020. Hvør skeiðspartur  endar við próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar venjingar.

Skeiðið kostar kr. 3.500,-.  Skeiðsgjaldið skal vera goldið á kontu 6460-171.966.3 í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar. Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri bøkur.

Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið, skulu boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019. Boðast skal frá við  teldubrævi til bst@bst.fo ella við at venda sær til skrivstovuna á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá meldað verður til, skulu navn, bústaður, teldupostur, telefonnummar og P-tal upplýsast.

Vegna summarfrí svarar telefonin ikki frá 22. juli til 16. august. Í hesum tíðarskeiði verða teldupostar móttiknir, men ikki svaraðir fyrrenn 20. august.

Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369