LANDSSEYÐASÝNINGIN 2019
Landsseyðasýningin verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 14. til 16. november 2019. Endaliga úrslitið fyri LSS 2019 verður kunngjørt á Búnaðarstovuni fríggjakvøldið 22. november 2019 kl. 19.00.
Reglugerðin fyri Landsseyðasýningina kann lesast her.
Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingð eina váttan uppá, at hann er sýnaður á lokalari sýning av 3 sýnarum, harav 2 skulu vera góðkendir. Sama váttan, sum var brúkt av sýnsmonnunum síðsta ár, verður brúkt aftur í ár. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótsøðuføri móti ridluskriða, sum greitt er frá í reglugerðini fyri LSS.
Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 11. november 2019 kl. 15.00. Luttøkan á Landsseyðasýningini 2019 er ókeypis. Tá meldað verður til, skal sýnsváttan sendast Búnaðarstovuni samstundis. Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipara og ein skrivara.
Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.
Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.
Sýnsháttur: seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd..Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.