BROYTT AVGREIÐSLA Á BÚNAÐARSTOVUNI
Sum ein avleiðing av tilmælunum frá landsins myndugleikum, broytir Búnaðarstovan avgreiðsluhátt í eina tíð, í fyrstu syftu fram til mánadagin hin 30. mars 2020. Hetta er nú broytt til 4. mai 2020.
Avgreiðslan verður hesa tíðina skipað soleiðis, at eingin beinleiðis móttøka verður á Búnaðarstovuni, tó kann postur latast í postkassan hjá Búnaðarstovuni, sum verður tømdur dagliga.
Telefonin svarar sum vant millum kl. 9.00 á morgni til kl. 15.00 seinnapartin yrkadagar. Til ber eisini at senda teldupost og telefaks. Starvsfólkini eru sum vant tøk í vanligari arbeiðstíð umvegis telefon ella teldupost.
« Aftur