
ÆRSVEKTIR 1. APRÍL 2020
1. apríl 2020 vóru vit á fjalli og góvu heilivág, og tá vigaðu vit eisini ærnar. Tær vigaðu 52,0 kg í miðal. Hetta er 4,7 kg meira, enn tá vit skannaðu 12. februar, men 4,8 kg minni enn, tá vit vóru í skurðfjalli.
Ærnar viga 1,7 kg meira enn somu tíð í fjør. Hetta er triði vetur, vit hava givið ónum kraftfóður frá november til januar, t.v.s. umleið ein mánaða longri enn undanfarnu ár, tá vit góvu frá fyrst í november til hálvan desember. Í vetur fingu tær kraftfóður frá 14. november 2019 til 10. januar 2020.
Gongdin frá skurðfjalli til mars hevur verið hendan trý tey seinastu árini (eingin viging í nov 17):
Mynd 1. Vekt á óm frá skurðfjalli til mars/apríl
Vert er at leggja í geyma, at 72 av teimum 160 ónum, sum vóru viðgjørdar hendan dagin, hava verið inniføddar frá 25. november 2019. Tær 72 inniføddu ærmar eru býttar soleiðis millum tríggjar árgangir:
26 ær frá 2016
27 ær frá 2018
19 gjólingar frá 2019.
Vit holdmettu (HM) eisini ærnar, og tær 88 ærnar, sum eru í haganum, vórðu mettar til HM ≤ 2,0, meðan tær 72, sum eru inni, vórðu mettar til HM ≥ 2,5.
Meira kunning um HM kann lesast her.