140x140

SKANNING Á BÚNAÐARSTOVUNI 2020

Vit vóru á fjalli í Heygshaga tann 11. februar 2020. Dagin eftir, tann 12. februar vigaðu og skannaðu vit ærnar. Tilsamans skannaðu vit 165 ær í mun til 166 í fjør. Úrslitið vísti, at 4 vóru geldar, harav 1 gjólingur, 110 ær ganga við einum lambi í mun til 112 ær í fjør. Talið av óm, sum eru skannaðar til tvey lomb, er 51. Í fjør vóru 49 ær skannaðar til at hava tvey lomb. Eftir skanningini kunnu vit sostatt vænta okkum 212 lomb ella 1,3 lamb uppá ærina, gjólingar íroknaðir, mótvegis 210 lombum ella 1,27 lamb uppá ærina, gjólingar somuleiðis íroknaðir í 2019.

Í vetur hava 26 fýra ára gamlar ær, 27 tvæveturær og 19 gjólingar verið inni síðani 15. november og hava fingið súrhoyggj eftir matarlysti og kraftfóður. Sambært skanningini kunnu vit vænta okkum 37 lomb undan teimum 26 fýra ára gomlu, 27 lomb undan teimum 27 tvæveturónum og 19 lomb undan teimum 19 gjólingunum, sum eru føddar inni, ella 1,42 lamb undan teimum fýra ára gomlu, 1,00 lamb undan tværveturónum og 1,00 lamb undan gjólingunum . Hinar ærnar hava verið úti og hava fingið  kraftfóður frá 14. november til 10. januar.

Talva 1. Úrslit av skanningini í 2020  býtt upp í tal av væntaðum lombum fyri hvørja ær, og í tal og prosent geldar, einlembur og tvílembur fyri fylgini hvør sær og samlað fyri Heygshaga.

Fylgi og tal av óm til hvørt fylgi

 

Geld

 

Eitt lamb

 

Tvey lomb

Lamb/ær

 Fylgi

Ær

Tal

%

Tal

%

Tal

%

Sunnastu

46

1

2,2

26

56,5

19

41,3

1,4

Miðjan

45

1

2,2

36

80,0

8

17,8

1,2

Svartá

45

1

2,2

27

60,0

17

37,8

1,4

Hvilvt

29

1

3,4

21

72,4

7

24,1

1,3

Í alt

165

4

2,4

110

66,7

51

30,9

1,3

 

Talva 2. Tal av lombum býtt eftir aldri á óm

Árgangur

 

Lomb

Tvílembur í 2020

Lomb/ær

Geld

Eitt lamb

Tvey lomb

% býti

/árgang

% býti

/árgang

/áseyð

2012

0

2

0

0

0

1,00

2013

0

12

12

50,00

7,27

1,50

2014

0

8

9

52,94

5,45

1,53

2015

0

10

10

50,00

6,06

1,50

2016*

0

15

11

42,31

6,67

1,42

2017

2

23

6

19,35

3,64

1,13

2018*

1

23

2

7,69

1,21

1,04

2019*

1

17

1

5,26

0,61

1,00

*2016, 18 og 19 eru føddar inni 

Mynd 1. Skannað lomb hjá træveturóm árini 2014 – 2020. Frá 2014 til 2017 gingu træveturærnar úti alt árið. Tær, sum vóru trævetur í fjør, hava verið føddar inni um veturin bæði sum gjólingar og tvævetur. Legg til merkis at 2019 er hægsta skanning av træveturóm higartil, og tað eru ærnar sum hava verið inniføddar um veturin øll árini.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369