MOLDSÝNIR
Nøgdin av føðsluevnum í mold eru avgerandi fyri vakstrarlíkindini hjá plantum. Ein týðandi táttur í tilrættalegging av landbúnaðarframleiðslu er reglulig tøka av moldsýnum.
Í Føroyum er misjavnt, hvussu regluliga sýni verða tikin, tey verða ikki tikin so títt, sum í grannalondunum, men vit hava tó atgongd til nakað av kanningarúrslitum. Búnaðarstovan er farin undir at savna úrslit av moldsýnum, sum eru tikin í Føroyum. Vit hava úrslit av 296 sýnum, sum eru tikin ymsastaðni í Føroyum í 1986. Hesi hava vit greinað og sett upp í talvur. Vit fara so við og við at savna fleiri úrslit og seta tey saman við hesum úrslitunum so hvørt.
Les meir um útgreiningina her.
« Aftur