STARVSFÓLK TIL ULLARMÓTTØKUNA
Í sambandi við, at Búnaðarstovan skipar fyri móttøku av ull í summar, tørvar okkum fólk til arbeiðis at taka sær av dagligu uppgávunum í hesum sambandi. Talan verður um arbeiðið at taka ímóti, skilja og pakka ullina.
Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað størv frá mitt í juli og til síðst í august ella nakað inn í september mánað 2020. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu senda Búnaðarstovuni eina umsókn í síðsta lagi hin 9. juli 2020 kl. 15.00.
Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum og ynskja at frætta nærri, eru vælkomin at venda sær til Dortheu Joensen á dj@bst.fo ella tlf. 299019.