ULL TIL SØLU Á BÚNAÐARSTOVUNI - SMÆRRI NØGDIR
Búnaðarstovan hevur ull til sølu, sum er savnað inn í ullarmóttøkuni í summar. Í fyrstu syftu er talan um smærri nøgdir av ull í leysari vekt. Til ber at keypa ull í smáum nøgdum fram til 25. september 2020.
Talan er um 2 flokkar av ull:
- 1. floks ull, skild í 6 ymiskar náttúrulitir, sum verður seld fyri 50,- kr. kg, íroknað MVG. Nakað av serliga góðari ull er lagt til síðis til tey, sum hava brúk fyri serliga góðari ull til okkurt handverk.
- 2. floks ull, blandaðir litir, verður seld fyri 25,- kr. kg, íroknað MVG.
Ullin í 1. flokki er væl egnað til alt ullararbeiði, m.a. sera væl egnað til at spinna og tílíkt. Hon er, sum sagt, skild í 6 ymiskar litir: svart, hvítt, ljósamorreytt, ljósa- og myrkagrátt og flekkutt.
Ullin í 2. flokki er skild frá, tí hon ikki er líka góð at fáast við, sum tann besta ullin. Serliga tí, at hon er tøvd, ella at nakað av mosa/bosi er í henni.
Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og turr.
Ullin fæst til keyps á Búnaðarstovuni yrkadagar millum kl. 9.00 og kl. 15.00. Áhugaði kunnu eisini ringja á tlf. 299018 ella 299019.
« Aftur