140x140

ÍLEGU- OG RIDLUSKRIÐAKANNINGAR Í SAMBAND VIÐ ARBEIÐIÐ AT BASA RIDLUSKRIÐA

Á Løgtingsfíggjarlógini 2020 er játtan aftur veitt til stuðul at basa ridluskriðasjúkuni hjá seyði. Játtanin er veitt sum stuðul til landbúnaðin, og Búnaðarstovan, sum umsitur játtanina, hevur tí í samráð við landsdjóralæknan avgjørt, at stuðulin verður veittur til ílegukanningar av brundum (t.v.s. blóðroyndarkanningar) og til heilakanningar av eldri óm og veðrum eftir sama leisti sum í 2018 og 2019.

Ílegukanningar av brundum

Endamálið við ílegukanningunum (teimum sokallaðu blóðroyndarkanningunum /genkanningunum) er at beina burtur íleguna við lágum mótstøðuføri móti ridluskriða sjúku í útbroti í teimum oyggjum, har ridluskriði er vorðin staðfestur, t.v.s. í ávikavist Fugloy, Eysturoy og Streymoy. Hetta verður gjørt við bert at gera brundar upp, sum hava staðfest, høgt mótstøðuføri. Stuðulin verður veittur soleiðis:  

·         Í Fugloy verður veittur stuðul til ílegukanning av brundum, sum vera gjørdir upp í hvørjum haga, falda við 3 (sí hesa slóðina).

·         Í Eysturoy og Streymoy verður veittur stuðul til ílegukanning av brundum, sum vera gjørdir upp í hvørjum haga, har ridluskriði er staðfestur og grannahagar, falda við 3 (sí hesa slóðina Eysturoy).

·         Til allar aðrar hagar í Eysturoy og Streymoy verður veittur stuðul til ílegukanning av brundum, sum vera gjørdir upp í hvørjum haga, falda við 2 (sí hesa slóðina Streymoy).

Ridluskriðakanningar av óm og veðrum (t.v.s. seyði, 1 ár ella eldri).

Endamálið við ridluskriðakanningunum (teimum sokallaðu prionkanningunum) er at fáa staðfest, um oyggjar eru, sum kunnu metast at vera fríar fyri smittuna. Staðfesta kanningarnar, at ein oyggj ikki hevur smittuna, verður ikki neyðugt at gera ílegukanningar har, ella at fara í holt við at ala seyðin til hægri mótstøðuføri (sum nú er, vita vit heldur ikki nóg greitt, um aðrir, gagnligir eginleikar møguliga verða aldir burtur, tá alt verður fyri høgt mótstøðuføri móti ridluskriða).

Í mun til játtanina er avgjørt, at ridluskriðakanningarnar (prionkanningar) vera gjørdar av óm og veðrum (1 ár ella eldri), sum vera tikin av í Fugloy (har man í sínari tíð tók nógvan seyð av fyri at basa risluskriða), Koltri,  Hesti og Nólsoy.

Útgerð til at taka blóðroyndir til ílegukanningarnar og til at taka heilar til ridluskriðakanningar fæst við at venda sær til Heilsufrøðiligu starvstovuna tlf. 556400, ella við at venda sær til móttøkuna í V.U. Hammershaimbsgøtu 11, í Tórshavn.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369