YRKISSKEIÐ INNAN LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði innan landbúnað, sum gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar 27. oktober 2020 kl. 19.00. Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur, so at tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum. Búnaðarstovan leggur tó dent á, at fjarlestrarmøguleikin er eitt eyka tilboð, ið ikki eigur at verða raðfest fram um undirvísingina í skúlastovuni.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina skrivliga verkætlan. Skeiðið heldur á til á sumri 2021. Hvør skeiðspartur endar við próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.500,-. Skeiðsgjaldið skal vera goldið á kontu 6460-171.966.3 í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar. Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið, skulu boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 23. oktober 2020. Boðast skal frá við teldubrævi til bst@bst.fo ella við at venda sær til skrivstovuna á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá meldað verður til, skulu navn, bústaður, teldupostur, telefonnummar og P-tal upplýsast.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt.
« Aftur