140x140

ULL TIL SØLU

Búnaðarstovan lýsir við hesum ullina, sum savnað varð inn í Ullarmóttøkuni í 2020, til sølu.

Talan er um góða, føroyska ull, ið er flokkað í 2 flokkar eftir dygd:

1. flokkur: ull skild í 6 ymiskar náttúrulitir: hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt, myrkamorreytt og flekkut.

2. flokkur: ull í litblanding.

Ullin í 1. flokki er skild og góðskumett eftir gomlum siði til at vera av bestu dygd. Ullin í 2. flokki er skild frá, serliga tí at hon er nakað tøvd, ella at nakað av mosa/bosi er í henni.

Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og nosslig. Turra ullin er pakkað í stórballir, sum flestar viga um 200 kg hvør, onkrar tó minni ella meira. Ballurnar máta umleið: 80 x 80 x 140/150 cm.

Neyvt yvirlit er til taks her, sum vísir hvørja ballu sær við ávikavist nummari, vekt, flokki, og fyri 1. flokk somuleiðis liti.

Nøgdin, sum verður seld, er hendan:

 

Litur:

Hvítt

Ljósagrátt

Myrkagrátt

Ljósamorreytt

Myrkamorreytt

Flekkut

Fyrsti flokkur:

Tal av ballum:

35 stk.

23 stk.

14 stk.

6 stk.

12 stk.

20 stk.

 

Kilo íalt:

7.750 kg

5.078 kg

3.183 kg

1.368 kg

2.665 kg

4.548 kg

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Litur:

Litblanding

 

 

 

 

 

Annar flokkur:

Tal av ballum:

10 stk.

 

 

 

 

 

 

Kilo íalt:

1.977 kg

 

 

 

 

 

Sølutreytir:

Ullin verður seld sambært skrivligum, bindandi boði, ið skal latast Búnaðarstovuni í seinasta lagi 6. november 2020 kl. 15.00.

Búnaðarstovan miðar eftir einum minstaprísi áljóðandi ávikavist kr. 7,00 pr. kg av ull í 1. flokki og kr. 1,50 pr. kg av ull í 2. flokki, umframt MVG.

Tað hevur alstóran týdning fyri Búnaðarstovuna at selja alla ullina. Tí skilar Búnaðarstovan sær rætt til at velja tað ella tey tilboð framum, ið samlað sæð veitir/veita bestu søluinntøkuna fyri alla ullina á hesum sinni.

Netto kontant gjald seinast 10 yrkadagar frá fakturadato; veitir keyparin í hesum tíðarskeiði bankatrygd fyri fakturaupphæddini, kann Búnaðarstovan veita 12 mðr. gjaldsfreist. Eftir falna freist er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.

Vøran kann heintast við framvísing av gjaldskvittan/bankatrygd fram til í seinasta lagi 1 mðr. eftir fakturadato; eftir falna freist er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.

Vøran kann heintast gerandisdagar Ex Works (Incoterms 2010) lagur hjá Búnaðarstovuni, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, Føroyar.

Ósemjur skulu viðgerast í Føroya Rætti.

Heldur keyparin ikki sølu- og gjaldstreytirnar, tilskilar Búnaðarstovan sær óskerdan rætt at ógilda søluna til viðkomandi.

Meira fæst at vita á Búnaðarstovuni. Áhugað kunnu venda sær til Dortheu Joensen á tlf. 299019 ella t-post: dj@bst.fo

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369