140x140

LANDBÚNAÐARSTUÐUL 2020

Stuðul verður latin til gomul føroysk húsdjórasløg, egið framleitt stráfóður, seyðakjøt og neytakjøt. Stuðulin verður veittur við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 og kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018. Stuðul verður latin til føroysk seyðaskinn við heimild í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2020.

Oyðibløð við reglugerð fyri hvønn stuðul sær, kunnu takast niður av heimasíðu Búnaðarstovunar www.bst.fo. Fyri at fáa stuðul av hesum játtanum í 2020 skal umsóknarblað fyllast út og sendast Búnaðarstovuni.

Síðsta freist at søkja um stuðul til føroysk húsdjór, egið framleitt stráfóður og føroysk seyðaskinn er hin 01.11.2020. Freist at søkja um stuðul til seyðakjøt er 10 dagar eftir MVG-uppgerðardagin, og til neytakjøt ein mánað eftir, at neytið er dripið.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369