140x140

ÚRSLITIÐ AV LSS 2020 STROYMT Á KVF

Sum lýst fyrr í dag, so verður úrslitið av Landsseyðasýningini 2020 víst í Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í annaðkvøld. Sendingin verður stroymd á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni. Leinkja til stroymingina er her.

Soleiðis verður sendingin lýst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum:

 
Veðrar skulu sýnast í sjónvarpinum.

Leygarkvøldið skipar Búnaðarstovan fyri landsseyðasýning, sum verður send beinleiðis í sjónvarpinum eftir landsdystin leygarkvøldið.

Fyrr kundu veðrar ikki hittast fyri ridluskriða, og í dag kunnu bóndir ikki hittast orsakað av koronu. Tí hevur verið hugsað kreativt, og fyri at vit í Føroyum framhaldandi kunnu hava so góðan seyð sum gjørligt, verður Landsseyðasýningin varpað beinleiðis í sjónvarpinum.

Einir 80 veðrar skulu sýnast, og júst sum í Dansifrøi er tað ein beinhørð dómsnevnd, ið metir um og gevur hvørjum einstakum veðri stig.

Til endans verða bara nakrir heilt fáir eftir, sum hava The X-Factor, og ein av teimum verður kosin vakrasti veðrur av teimum øllum.

Sendingin verður umleið ein hálvan annan tíma, og tað verður hardcore seyður!

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369