140x140

BROYTT MANNAGONGD Í SAMBANDI VIÐ LANDBÚNAÐARSTUÐULSVEITINGAR

Fráboðan um broytta mannagongd hjá Búnaðarstovuni í sambandi við umsiting av landbúnaðarstuðulsveitingum o.ø.

Landsgrannskoðanin kannaði í 2019 mannagongdirnar hjá Búnaðarstovuni fyri umsiting av landbúnaðarstuðlinum.

Ein av niðurstøðunum var, at umsitingin av landbúnaðarstuðlinum ikki var í fullum samsvari við ásetingarnar í Kunngerð nr. 125/2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan. Hesar mannagongdir verða tí broyttar.

Broytu mannagongdirnar eru í stuttum:

  • Umsøkjarar, ið fáa stuðul, undantikin frávikini umrødd niðanfyri, skulu lata Búnaðarstovuni grannskoðaðan roknskap sum váttan fyri stuðulin.
  • Øll, ið fáa landbúnaðarstuðul meira enn ta einu ferðina (t.e. ár um ár), t.d. stuðul til mjólk, stuðul til seyðakjøt, stuðul til stráfóður ella stuðul til serføroysk húsdjórasløg ella stuðul til grønmetisroyndir, skulu lata Búnaðarstovuni fullfíggjaðan og grannskoðaðan roknskap uttan mun til, hvussu stór, stuðulsupphæddin er.
  • Stuðulsmóttakarin skal lata Búnaðarstovuni fullfíggjaðan roknskap, sum er grannskoðaður av góðkendum grannskoðara.
  • Strangari eftirlit verður við, um og í hvønn mun stuðulsmóttakarin lýkur treytirnar fyri stuðlinum, og hvussu hann er førur fyri at fremja stuðlað virksemið á nøktandi hátt. Reglurnar skipa somuleiðis ásetingar, um í hvønn mun ein tilsøgn og sjálvur stuðulin kunnu fella burtur.
  • Verður stuðul bert latin eina ferð, og er stuðulsupphæddin minni enn 100.000 kr., er hinvegin nóg mikið at lata Búnaðarstovuni frágreiðing eftir lokið verk.

Øll kunngerðin kann lesast her (Lógasavn (logir.fo), og Búnaðarstovan skal mæla stuðulsumsøkjarum til at geva gætur ásetingunum í §§ 20, 21, 22 og 23 .

Nærri kunning fæst við at venda sær til Búnaðarstovuna á tlf. 479000 ella við telduposti til bst@bst.fo

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369