140x140

STARV SUM FULLTRÚI LEYST AT SØKJA

Á Búnaðarstovuni (BST) er nýskipað fulltíðarstarv sum fulltrúi leyst at søkja á deildini Landsjarðarfyrisiting, við umsóknarfreist hin 1. mars 2021.

Landsjarðarfyririsitingin fyrisitur m.a. mál sbrt. ásetingunum í Ll. um landsjørð v.m. og tekur sær av ymsum fyrisitingar- og eftirlitsuppgávum í hesum høpi.

BST skal styrkja sítt umsitingarliga virksemi innan eftirlits- og skrásetingaruppgávur av landsjørðini v.m., sí nærri lýsing niðanfyri, og søkir tí eftir fólki at arbeiða við hesum uppgávum.

Til starvið verður miðað eftir fólki við viðkomandi førleikum og próvroyndum frá hægri útbúgvingarstovni, men hetta er tó ikki ein treyt, tí dentur verður lagdur á skjalfestar, verkligar førleikar.

Viðkomandi útbúgvingar kunnu t.d. vera innan landbúnað, landmáting, fyrisiting, verkfrøði ella tilfeingi.

Evni at samskifta sjálvstøðugt og væl á føroyskum, bæði í skrift og talu, eins og hollur telduførleiki, góð samstarvsevnir, nærlagni í arbeiðinum og fryntlig borgaratænasta, eru ein fyrimunur.

Lønar- og sáttmálaviðurskifti verða skipað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist antin Akademikarafelag Føroya (AKF)/ Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) ella við Starvsmannafelagið (STF), sí Fakfeløg - Fíggjarmálaráðið (fmr.fo).

Setanarøkið er Búnaðarstovan og stovnar undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (UVMR). Tann, ið settur verður, má tola broytingar og tillagingar í starvsinnihaldinum eins og í starvsumstøðunum annars.

Fyrisitingin á BST er staðsett á Heygsgarði í Kollafirði, men virkisøkið fyri starvið eru arbeiðsuppgávur kring alt landið.

Samskifti:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Andrass Holm Arge, deildarleiðara, tlf. 299016, teldupost aha@bst.fo ella Trónd G. Leivsson, stjóra, tlf. 299010, teldupost trondurl@bst.fo.

Umsókn, saman við avritum av viðkomandi próvskjølum og viðmælum v.m., merkt “Fulltrúi til eftirlits- og GIS-uppgávur”, skal sendast til: Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, ella sum teldupostur til bst@bst.fo, og skal vera BST í hendi í seinasta lagi 1. mars 2021.

Stutt um Búnaðarstovuna (BST):

Búnaðarstovan  er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (UVMR), sum hevur fyrisitingarábyrgd og borgaratænastuna á teimum málum innan landbúnaðargeiran, ið løgd eru til stovnin.

Búnaðarstovan fyrisitur alla almenna jørð, ið er fevnd av ásetingunum í løgtingslóg um landsjørð og BST veitir eisini landbúnaðarráðgeving og -vegleiðing til vinnuna og til onnur áhugað.

Búnaðarstovan umsitur almennu stuðulsskipanirnar á landbúnaðarøkinum, og hevur eisini landbúnaðarfakligu ábyrgdina av at varðveita serføroysku húsdjórasløgini og landbúnaðarvøksturin.

Búnaðarstovan er skipað við eini felags umsiting (stápsfunktión) og tveimum fakmáladeildum:  “Landjarðarfyrisiting” og ”Landbúnaðarroyndir og -ráðgeving”.

Landsjarðarfyririsitingin, ið fyrisitur mál sbrt. ásetingunum í Ll. um landsjørð v.m., tekur sær av uppgávum viðvíkjandi t.d. festaraskiftum, traðarleigu og øðrum leigumálum, sølu av lendi til útbyggingarendamál, ymsum eftirlitsuppgávum í hesum høpi o.s.fr.

Landbúnaðarroyndir og -ráðgeving tekst hinvegin við landbúnaðarroyndir, undirvísing og vegleiðing/miðling. Á BST eru uml. 10 starvsfelagar íalt, í jøvnum býti millum kvinnur og menn.

Umframt sambandið við landbúnaðargeiran, samstarvar BST nógv við føroysku kommunurnar (lokali býarskipanarmyndugleikin), eins og við aðrar almennar stovnar og myndugleikar innan málsøkir sum t.d. lendisskipan, náttúru og umhvørvi, undirstøðukervið, djóravælferð v.m.

Arbeitt verður í forritunum Public 360 (skjalahald) og ArcGIS (lendisskráseting) aftrat teimum vanligu skrivstovuforritunum (Office pakkanum). Teldukervið er skipað hjá KT-Landsins.

Stutt um starvið:

BST skal styrkja sítt umsitingarliga virksemi innan eftirlits- og skrásetingaruppgávur av landsjørðini; t.v.s. teimum jarðum, ið fevndar eru av Ll. um landsjørð (t.e. festijørðin, eisini rópt kongsjørðin). Landsjørðin fevnir um uml. helmingin av føroyska lendinum.

Umframt eftirlitsuppgávur av ymsum slagi á landsjarðunum, t.d. í samband við festisýn og traðarsýn, góðkenningar, ymisk leigumál, sølu av jørð, kærumál o.tíl., koma aðrar fyrisitingar- og eftirlitsuppgávur aftrat, ið fevna um føroyska landbúnaðargeiran sum heild.

Tú fær høvi at vera við í arbeiðinum at menna hesar umsitingar- og eftirlitsuppgávur.

Lunnar skulu leggjast undir eina talgilda, GIS-grundaða skrásetingarskipan av teimum lendisviðurskiftum og øðrum viðkomandi dátum, sum eru av týdningi fyri føroyskan landbúnað nú á døgum og somuleiðis fyri at tryggja eina vitanargrundaða og burðardygga framtíðar gagnnýtslu av føroyska lendinum og lendistilfeinginum. Eisini aðrar dátuinnsavningar v.m. eru í umbúnað.

Tú fær høvi til, í samstarvi við onnur fakfólk, at vera við í arbeiðinum at menna hesar komandi skrásetingarskipanir í verki.

Arbeiðsuppgávurnar krevja m.a. førleikar og innlit til sjálvstøðugt arbeiði innan eitt fjølbroytt úrval av fakøkjum, t.d. føroyskan landbúnað í breiðari merking, tøknilig viðurskifti (lendi, bygningar og maskinamboð), fíggjar- og roknskaparviðurskifti, fyrisiting, og GIS-skráseting v.m. Vit hugsa okkum fólk til starvið, ið kann lyfta flestu av hesum uppgávutættum, men møguleiki verður í ávísan mun at menna sínar førleikar á teimum mótum, har neyðugi førleikin vantar. Gott innlit í føroysk landbúnaðarviðurskifti er av stórum týdningi.

Neyðugt er at kunna arbeiða sjálvstøðugt inni sum úti, og kring alt landið. Góðir møguleikar eru fyri at skipa sær arbeiðið eftir hugi, hegni og egnum leisti, tí tað eru úrslitini, ið telja. Starvið gevur góðar møguleikar at uppliva náttúruviðurskiftini kring alt landið.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369