140x140

STARV SUM LANDBÚNAÐARRÁÐGEVI LEYST AT SØKJA

Á Búnaðarstovuni (BST) er fulltíðarstarv fyri deildarleiðara, við starvsheiti landbúnaðarráðgevi, leyst at søkja við umsóknarfreist hin 1. mars 2021.

Landbúnaðarráðgevin er leiðari av deildini Landbúnaðarroyndir og -ráðgeving, ið m.a. tekur sær av uppgávum innan landbúnaðarráðgeving, royndarvirksemi, skeiðstilboð, altjóða samstarv, varðveitingarbeiði v.m., og deildin umsitur eisini royndarbrúkið Heygsgarð í Kollafirði.

Sí nærri lýsing niðanfyri av ávikavist Búnaðarstovuni og av starvinum. Reglugerð er fyri virksemið.

Til starvið sum landbúnaðarráðgevi krevst førleiki á hægri universitetsstigi sum landbúnaðarfrøðingur, við sergrein innan evnir sum eru viðkomandi fyri føroyskan landbúnað. Formligur granskingarførleiki er ein fyrimunur. Dentur verður lagdur á verkligar førleikar, og gott innlit í føroysk landbúnaðarviðurskifti er somuleiðis av stórum týdningi.

Evni at samskifta sjálvstøðugt og væl, bæði í skrift og talu, á ávikavist føroyskum, skandinaviskum og enskum máli, eins og hollur telduførleiki, góð samstarvsevnir, nærlagni í arbeiðinum og fryntlig borgaratænasta, eru avgjørt ein fyrimunur.

Lønar- og sáttmálaviðurskifti verða skipað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya (AKF), sí Fakfeløg - Fíggjarmálaráðið (fmr.fo).

Setanarøkið er Búnaðarstovan og stovnar undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (UVMR). Tann, ið settur verður, má tola broytingar og tillagingar í starvsinnihaldinum eins og í starvsumstøðunum annars.

Búnaðarstovan er staðsett á Heygsgarði í Kollafirði, men virkisøkið fyri starvið eru arbeiðsuppgávur kring alt landið.

Samskifti:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Trónd G. Leivsson, stjóra, tlf. 299010, teldupost trondurl@bst.fo.

Umsókn, saman við avritum av viðkomandi próvskjølum og viðmælum v.m., merkt “Landbúnaðarráðgevi”, skal sendast til: Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, ella sum teldupostur til bst@bst.fo, og skal vera BST í hendi í seinasta lagi 1. mars 2021.

Stutt um Búnaðarstovuna (BST):

BST er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (UVMR), sum hevur fyrisitingarábyrgd og borgaratænastuna á teimum málum innan landbúnaðargeiran, ið løgd eru til stovnin, og sum m.a.:

  • fyrisitur alla almenna jørð, ið er fevnd av ásetingunum í løgtingslóg um landsjørð.
  • veitir landbúnaðarráðgeving og -vegleiðing til vinnuna og til onnur áhugað, undir hesum skeiðstilboð, skipar fyri landbúnaðarroyndum og -gransking at stuðla undir menning av føroyskum landbúnaði og øktari sjálvsveiting og eisini miðlar um hesi viðurskifti.
  • røkir fyrisitingar-, granskingar- og samstarvsuppgávur v.m. á landbúnaðarøkinum innan norðurlendskt og altjóða samstarv.
  • umsitur almennu stuðulsskipanirnar á landbúnaðarøkinum.
  • hevur landbúnaðarfakligu ábyrgdina av at varðveita serføroysku húsdjórasløgini og landbúnaðarvøksturin.

BST er skipað við eini felags umsiting (stápsfunktión) og við tveimum fakmáladeildum:  “Landjarðarfyrisiting” og ”Landbúnaðarroyndir og -ráðgeving”.

Vit eru uml. 10 starvsfelagar íalt, í jøvnum býti millum kvinnur og menn.

Umframt sambandið við landbúnaðargeiran, samstarvar BST nógv við føroysku kommunurnar (lokali býarskipanarmyndugleikin), eins og við aðrar almennar stovnar og myndugleikar innan málsøkir sum t.d. lendisskipan, náttúru og umhvørvi, undirstøðukervið, djóravælferð v.m.

Arbeitt verður í forritunum Public 360 (skjalahald) og ArcGIS (lendisskráseting) aftrat teimum vanligu skrivstovuforritunum (Office pakkanum). Teldukervið er skipað hjá KT-Landsins.

Um deildina og um innihaldið í starvinum:

Landbúnaðarráðgevin er deildarleiðari fyri Landbúnaðarroyndir og -ráðgeving, og er partur av leiðslutoyminum á BST. Landbúnaðarráðgevin hevur í hondum dagligu leiðsluna av deildini, og skal í samráð við stjóran og leiðslutoymið megna ábyrgdina av at skipa virksemið á deildini á fakliga fullgóðan hátt í mun til tillutaða fíggjarjáttan og starvsfólkamegi, og í sátt og semju við annað virksemi á stovninum. Landbúnaðarráðgevin skal eftir tørvi dugna stjóranum í øllum landbúnaðarfakligum málum, og skal ganga undan í øllum lutum á sínum fakliga ábyrgdarøki. Deildarleiðarin hevur tilvísing til stjóran.

Virksemið á deildini Landbúnaðarroyndir og -ráðgeving fevnir m.a. um umsiting av hesum málum:

  • At reka royndargarðin Heygsgarð í Kollafirði (Heygsgarður Research Farm), t.v.s. at fyriskipa tí vanliga virkseminum á garðinum eins og at fyriskipa tí royndarvirksemi, sum verður framt við støði í garðinum.
  • At umsita ognirnar á Heygsgarði, t.v.s. landbúnaðarbygningarnar, bøin, hagan og kríatúrini, forsvarliga og væl, saman við øllum tí, ið hoyrir uppií.
  • At skipa fyri royndar- og granskingarvirksemi og at miðla um hesi evni (R&D virksemi).
  • At veita ráðgeving og vegleiðing til landbúnaðin og onnur áhugaði. Virksemið skal vera ein vitanargrundaður hornasteinur undir almenna politikkinum um at menna sjálvsveitingina av føroyskt framleiddum landbúnaðarvørum og -úrdráttum.
  • At luttaka í føroyskum, norðurlendskum og altjóða royndar- og granskingarvirksemi, sum kann gagna føroyskum landbúnaðarúrslitum og førleikamenning v.m.
  • At røkja umboðandi uppgávur í nevndum, ráðum og verkevnum v.m. eftir tørvi; eisini í norðurlendskum og altjóða høpi, sum t.d. í Nordisk Genressourcecenter (NordGen), Nordisk Komité for Jordbrugs- og Fødevareforskning (NKJ) og í Circumpolar Agricultural Association (CAA).
  • At hava landbúnaðarfakligu ábyrgdina av innihaldi og gjøgnumføring av tí útbúgvingarvirksemi og førleikamennandi virksemi innan landbúnað, ið BST skipar fyri í samstarvi við útbúgvingarmyndugleikarnar, og somuleiðis virka fyri at menna hesi tilboð enn meira.
  • At hava um hendi landbúnaðarfakligar metingar og tilmælir av umsóknum o.tíl. viðvíkjandi teimum stuðulsskipanum til landbúnaðin, ið BST umsitur.
  • At hava landbúnaðarfakligu ábyrgdina av varðveitingararbeiðinum viðvíkjandi gomlu føroysku húsdjórasløgunum og landbúnaðarvøkstrunum í tann mun, virksemið er lagt til BST at røkja; t.d. skrásetingararbeiði, aliarbeiði, djórahald og vistir, royndir, kunning v.m.

Harnæst m.a.:

  • Sum partur av leiðslutoyminum at hava ein virknan leiklut í málum viðvíkjandi tí at menna og tryggja burðardygga gagnnýtslu av føroyskum lendistilfeingi t.d. í sambandi við lendisskipanararbeiði (“fysisk planlegging”), málum viðvíkjandi byggisamtyktum o.s.fr.
  • Sum partur av leiðslutoyminum at hava ein virknan leiklut í málum viðvíkjandi tí at kunna politiska myndugleikan um tørv á dagførdum lóggávukarmum v.m. innan landbúnaðargeiran.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369