140x140

NÝGGJUR LANDBÚNAÐARRÁÐGEVI OG DEILDARLEIÐARI SETTUR Á BÚNAÐARSTOVUNI FRÁ 1. APRÍL 2021

Landbúnaðarráðgevin er deildarleiðari fyri virksemið á deildini “Landbúnaðarroyndir og -ráðgeving”, og hevur hann ábyrgdina av at skipa virksemið á fakliga fullgóðan hátt.

Nýggi landbúnaðarráðgevin og deildarleiðarin er 38 ára gamli landbúnaðarfrøðingurin, Jens Ivan í Gerðinum, Cand. scient. i Husdyrvidenskab.

Jens Ivan er væl útbúgvin á landbúnaðarøkinum og hevur haraftrat gott innlit í føroysk landbúnaðarviðurskifti. Hann byrjaði útbúgvingarleiðina innan landbúnaðarfakið við eini fulltiknari yrkisútbúgving í landbúnaði frá landbúnaðarskúlanum í Voss í Noregi í 2008.

Síðani fór hann at lesa hægri landbúnaðarlestur; fyrst við Scottish Agricultural College (SAC) í Aberdeen í Skotlandi, haðani hann leyk prógv sum B. Sc. (Hons.) in Agriculture í 2011, áður enn, at hann helt fram við hægri landbúnaðarlestri á lærda háskúlanum í Keypmannahavn (fyrrv. Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole), haðani hann leyk masterprógv í landbúnaðarfrøði í 2014.

Jens Ivan er vestmenningur, og er hann búsettur í heimbygdini saman við konu og børnum.

Jens Ivan í Gerðinum hevur í ávís tíðarskeið starvast á Búnaðarstovuni, m.a. eitt skifti sum virkandi landbúnaðarráðgevi og eitt skifti sum verkætlanarsettur í sambandi við altjóða royndarverkætlanir, eins og at hann hevur verið undirvísari á yrkisskeiðinum í landbúnaði, sum Búnaðarstovan skipar fyri í samstarvi við skúlamyndugleikarnar. Hann hevur undirvíst á Miðnámi í Vestmanna, virkað sum ráðgevi hjá MBM o.s.fr. Harumframt hevur hann fingist við seyð og seyðahald størsta partin av lívinum.

Talan er sostatt um ein landbúnaðarfrøðing við hollum praktiskum og akademiskum førleikum.

Jens Ivan fer við góðum treysti undir uppgávuna at menna føroyskan landbúnað. Vit ynskja honum væl komnum í starvshópin og blíðan byr í starvinum.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369