Tilmæli 2015
Út frá royndunum, sum Búnaðarstovan gjørdi við eplaveltunum í 2014, verður mælt til at brúka hesi setepli í vár:
Til flagveltu:

Destiny: nýtt slag, hvít, reyð eygu, mjølvut, smakka væl, geva nógv, miðal stór epli

Mette: hvít, miðal mjølvut, geva rættuliga nógv, fleiri stór epli, kraftigar slokkar

Folva: mest brúkta etingarepli í Norður Evropa, hvít, miðal mjølvut, geva nógv hvørt ár, eplini hava passandi stødd

Hanna: hvít, miðal mjølvut, eitt sindur ójavna úrtøku, tó sum oftast yvir miðal, nógv stór epli,tíðliga vaksin

Oleva: reyð, mjølvut, smakka væl, miðal stødd, gevur javnt nógv, kunnu goymast leingi

Raja: reyð, mjølvut, vælsmakkandi, vøkur epli, miðal stødd, gevur javnt nógv, mótstøðufør móti svartaspillu!

Esmee: reyð, ikki mjølvut, geva nógv, stór epli

Carolus: nýtt slag, hvít við reyðum eygum, mjølvut, smakka væl, miðal úrtøku, mótstøðufør móti svartaspillu!
Til moldveltu:

Folva: mest brúkta etingarepli í Norður Evropa, hvít, miðal mjølvut, gevur nógv hvørt ár, eplini hava passandi stødd

Hanna: hvít, miðal mjølvut, eitt sindur ójavna úrtøku, tó sum oftast yvir miðal, nógv stór epli,veksur tíðliga

Mette: hvít, miðal mjølvut, geva rættuliga nógv, fleiri stór epli, kraftigar slokkar

Destiny: nýtt slag, hvít, reyð eygu, mjølvut, smakka væl, geva nógv, miðal stór epli

Oleva: reyð, mjølvut, smakka væl, miðal stødd, gevur javnt nógv, kunnu goymast leingi

Esmee: reyð, ikki mjølvut, geva nógv, stór epli

Rosagold: reyð, miðal mjølvut, undir miðal í stødd, javna úrtøku, vøkur epli

