Avtalað um endurgjald fyri yvirkoyrnda seyð 2019 - 2024
Hin 6. mai 2019 skrivaðu Búnaðarstovan og Bóndafelagið undir avtalu við tryggingarfeløgini Betri Trygging og Trygd um endurgjald fyri yvirkoyrdan seyð.
Avtalan er galdandi frá 1. januar 2019 til 1. januar 2024, tá hon skal endurskoðast.
Búnaðarstovan gjørdi í 2016 eina útrokning av virðinum fyri yvirkoyrdan seyð, sum bygdi á eitt álit hjá D. J. Bærentsen djóralækna frá 1971. Hetta álit, sum var sett upp sum ein frymil og tí ikki heft av tíð og stað, var nýtt sum útrokningargrundarlag.
Tryggingarfeløgini hava ikki góðtikið prísirnar, sum Búnaðarstovan roknaði seg fram til í 2016. Men nú er so avtalað gjørd um hetta og nýggir prísir ásettir.
Prísurin á yvirkoyrdum seyði er uttan MVG, og eru hesar upphæddir galdandi frá 1. januar 2019:
Veðrur kr. 3.500,-
Ær upp til 6 ár kr. 3.500,-
Ær eldri enn 6 ár kr. 1.950,-
Brundseyður kr. 3.500,-
Lamb fram til 20. september kr. 1.300,-
Sleppingarlamb kr. 3.250,-