140x140

Undirvísing og skeiðvirksemi

Bygningarnir hjá Búnaðarstovuni vóru tiknir í nýtslu 25. september 1986. Endamálið við bygningunum var at skipa karmar fyri eini royndarstøð innan landbúnaðin. Fyrisitingarbygningurin er sera praktiskt og væl innrættaður, við bókasavni, fundar- og undirvísignarhølum við egnari inngongd og tilhoyrandi toiletviðurskiftum. Aftrat fyrisitingarbygninginum er hugnaligur millumbygningur og køkur við skiftingarrúmum og starvsfólkainngongd. Rundan um bygningarnar eru sera góð parkeringsviðurskiftir, vítt og frítt um til allar síður.

Búnaðarstovan leggur dent á at tæna áhugamálunum innan landbúnaðar-geiran, til ber at læna fundar- og undirvísingarhølini til viðkomandi virksemi.

Av og á fær Búnaðarstovan fyrispurning um útleigu av hølunum til onnur endamál. Hetta ber eisini til, og er leigan tá 1.000, kr fyri eitt kvøld og 2.500,- kr um ynski er at leiga høli ein heilan dag. 

 

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369