Landsseyðasíningin 2026
-
Videoupptøkur av øllum seyðunum, ið vóru meldaðir til Landsseyðasýningina í ár
-
Myndir av øllum seyðunum, ið tóku lut í Landsseyðasýningini í ár
-
Fríggjadagin 20. novembur 2026 vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.
-
Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum. At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.
-
Avgerðin
Úrslitini fyri 2026 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 20. november 2026 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 80 áhugaði vóru komin saman, umframt at umleið 100 fólk fylgdu við á netinum. Tiltakið byrjaði við, at Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum.
-
Eftir kaffisteðgin vórðu videoupptøkur vístar av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan kunngjørdi Jacob Vestergaard, landstýrismaður í landbúnaðarmálum, úrslitið av Landsseyðasýningini 2026 og handaði virðislønirnar.
-
Úrslitini vóru hesi:
Veðragjólingar:
- 1. Virðisløn: Sørin Petersen, Viðareiði
- 2. Virðisløn: Sigtór Lützen, Syðradalur
- 3. Virðisløn: Absalon Hansen, Tórshavn
-
Veturgamlir veðrar:
- 1. Virðisløn: André Kruse, Eiði
- 2. Virðisløn: Michael Bertholtsen, Hvalba
- 3. Virðisløn: Jóhannes S. Petersen, Syðrugøta
- Eldri veðrar:
- 1. Virðisløn: Eliesar Rubeksen, Velbastaður
- 2. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur
- 3. Virðisløn: Sigurd Nielsen, Sørvágur
