140x140

Seyðasýning 2018

  • Yvirlit yvir tilmeldaðan seyð 2018

  • Videoupptøkur av øllum luttakandi seyðunum

  • ​​Myndir av øllum luttakandi seyðunum

  • Myndir av vinnandi seyðunum

  • Fríggjadagin 16. novembur 2018 vóru úrslitini av árligu landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vóru virðislønir latnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

    Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

    Avgerðin
    Úrslitini fyri 2018 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 16. november 2018 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 100 áhugaði vóru komin saman. Tiltakið byrjaði við, at Tróndur Leivsson, stjóri bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.

    Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum, og Debes Christiansen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevði framløgu um ridluskriða verkætlan, sum Starvsstovan arbeiðir við. Síðan var kaffisteðgur.

    Eftir kaffisteðgin vóru video av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki víst. Síðan hevði MBM kunnandi framløgu um fóður. Eftir hetta vóru vinnandi seyðirnir avdúkaðir, og Henrik Old handaði vinnarunum steyp. Endað var sum vant við tjóðsanginum.

    Aftur í ár hava tvær fyritøkur, sum selja seyðafóður, valt at stuðla landsseyðasýningini við at lata seyðafóður o.a. sum virðisløn til nr. 1, 2 og 3. Stuðlarnir eru MBM og Jógvan Weihe.

    Úrslitini vóru hesi:

    Veðragjólingar:

  • 1. Virðisløn: Esmar Sørensen, Viðareiði, Líðin
  • 2. Virðisløn: Absalon Hansen, Tórshavn, Toftahagi
  • 3. Virðisløn: Johnny Joensen, Vestmanna, Heyga Hagi, Innara helvt
  • Veturgamlir veðrar:

  • 1. Virðisløn: John Bech, Porkeri, Handari Partur
  • 2. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi
  • 3. Virðisløn: Martin Hermansen, Porkeri, Handari Partur
  • Eldri veðrar:

  • 1. Virðisløn: Jákup J. Joensen, Sumba, Dalurin
  • 2. Virðisløn: Poul Arni Jacobsen, Syðrugøta, Fyri Handan Eið Heiðar
  • 3. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi
  •  

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369