140x140

Dátuverndarkunning

Frágreiðingin niðanfyri lýsir, hvussu Búnaðarstovan savnar og viðgerð persónsupplýsingar, og hon vísir á tíni rættindi í hesum høpi.

Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, ið er knýtt at ella sum kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni.

At viðgera persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingar í einhvørjum høpi.

Dátuábyrgdari.

Tá Búnaðarstovan savnar og viðgerð persónsupplýsingar, er Búnaðarstovan dátuábyrgdari sbrt. ásetingunum í dátuverndarlógini (Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum), og tað áliggur tí stovninum at tryggja, at viðgerðin av persónsupplýsingum er í samsvari við lóggávuna.

Í hvørjum førum savnar og viðgerð Búnaðarstovan persónsupplýsingar?

Búnaðarstovan savnar og viðgerð persónsupplýsingar, sum tørvur er á í sambandi við virksemi stovnsins; t.v.s. í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð av t.d. umsóknum, fyrispurningum, veitingum, skrásetingar- og eftirlitsuppgávum, royndarvirksemi, undirvísing og kunning, kærum, klagum o.tíl.

Somuleiðis savnar og viðgerð Búnaðarstovan ávísar upplýsingar í sambandi við handilsligt virksemi o.tíl.; bæði viðvíkjandi veitarum og kundum okkara.

Í flestu førum savnar og viðgerð Búnaðarstovan vanligar samskiftisupplýsingar so sum navn, bústað, telefonnr., teldupostadressu, peningastovnskontu o.tíl. Í ávísum førum verða somuleiðis sokallaðir viðkvæmir upplýsingar, eitt nú P-tal, yrkisfelagstilknýti (t.d. í sambandi við lønarsáttmálar og eftirlønarviðurskifti), heilsuupplýsingar o.tíl. (t.d. sjúkrameldingar), savnaðir og viðgjørdir.

Búnaðarstovan savnar upplýsingar um teg og tíni viðurskifti, tá ið t.d.:

  • tú hevur vent tær til Búnaðarstovuna við eitt nú eini umsókn, fyrispurningi, fráboðan, klagu ella veiting og tænastu; antin persónliga, umvegis telefon, post, teldupost ella heimasíðuna v.m.
  • ein klaga, fráboðan ella líknandi, ið er latin Búnaðarstovuni, viðvíkur tær
  • tú søkir starv á Búnaðarstovuni
  • tú søkir um veitingar, sum Búnaðarstovan umsitur
  • Búnaðarstovan fremur eftirlits- og skrásetingaruppgávur sbrt. lóggávuni, ið stovnurin umsitur, viðvíkjandi tær ella tí virksemi, ið tú er knýtt/ur at
  • Búnaðarstovan hevur heitt á eina fyritøku ella á ein myndugleika um at lata sær frágreiðingar ella onnur skjøl, og upplýsingar um teg eru í hesum skjølunum.

Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum.

Búnaðarstovan skal ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina og við ta lóggávu, ið stovnurin fyrisitur, eins og sbrt. ásetingunum í ávikavist m.a. fyrisitingar- og innlitslóggávuni.

Endamálið við viðgerðini er at tryggja eina so haldgóða, rætta og neyva fyrisiting og umsiting av arbeiðsuppgávum Búnaðarstovunnar, sum gjørligt.

Heimild fyri viðgerðini.

Búnaðarstovan viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við, at stovnurin røkir tær uppgávur, sum lagdar eru til stovnin at umsita; antin sbrt. beinleiðis lóggávu ella sbrt. heimildarskrivi frá avvarðandi aðalráði.

Í høvuðsheitum er talan um heimildir givnar í ávikavist løgtingslóg (Ll.) nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð og kunngerð í fylgju av hesi, Ll. nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m., og Ll. nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul, og kunngerð í fylgju av hesum báðum, eins og heimild sbrt. kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan.

Búnaðarstovan umsitur somuleiðis ávísar heimildir givnar sbrt. hagalógini (Lov [L.] nr. 172 av 18. maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m.), lóg um vøtn og áir (L. nr. 169 af 18. maj 1937 for Færøerne om Benyttelse af Indsøer og Vandløb), grannastevnulógini (L. nr. 170 af 18. maj 1937 for Færøerne om Grandestævne m.m.) og landbúnaðarstevnulógini (L. nr. 84 af 31. marts 1926 for Færøerne om Landvæsenskommissioner).

Sum umboð fyri eigaran av uml. helvtini av Føroya landi (landsjørðini), ið tó í flestu førum er latin øðrum at umsita í dagligari nýtslu, kemur somuleiðis fyri, at Búnaðarstovan viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við t.d. hoyringssvar o.tíl. mál reist hjá øðrum myndugleikum; t.d. landsdjóralæknanum, matrikul-, útskiftingar-, og tinglýsingarmyndugleikum, byggi- og býarskipanarvaldi, umhvørvis-, orku-, fornfriðingar-, og náttúrufriðingarmyndugleikum v.m.

Starvsfólk á Búnaðarstovuni hava tagnarskyldu undir ábyrgd mótvegis borgarligu revsilógini; ávikavist bæði meðan tey eru í starvi og somuleiðis eftir starvslok.

Víðarigeving.

Meginreglan er, at Búnaðarstovan ikki gevur teir persónsupplýsingar víðari, ið stovnurin hevur savnað í sambandi við eina ítøkiliga málsviðgerð.

Í ávísum førum er tó neyðugt at víkja frá hesi meginreglu til tess at halda skyldurnar í aðrari lóggávu, t.d. fyrisitingarlógini, og tí skula veita persónsupplýsingar víðari til t.d. annan myndugleika ella triðjapersón. Tá verða bert tær upplýsingar, ið mettar eru at vera neyðugar í tí ítøkiliga førinum, givnar víðari.

Búnaðarstovan er partur av landsstýrisins teldukervi, skjalhaldsskipan og roknskaparskipan (KT-landsins, Skjalhald-landsins og Búskaparskipan-landsins; staðsett á Føroya Gjaldstovu). Hesar tænastur á Gjaldstovuni virka tí sum dátuviðgeri hjá Búnaðarstovuni sbrt. ásetingunum í dátuverndarlógini.

Viðurskifti mótvegis dátuviðgerum hjá Búnaðarstovuni verða í hvørjum einstøkum føri skipað sbrt. serstakari dátuviðgerðaravtalu millum partarnar. Dátuviðgerar vegna Búnaðarstovuna hava somu strongu tagnarskyldu, sum okkara egnu starvsfólk. 

Ein onnur meginregla er, at Búnaðarstovan ikki flytur persónsupplýsingar um viðskiftafólk stovnsins til útlond ella triðjalond. Viðmerkjast skal tó, at KT-landsins m.a. hevur dátur í skýnum (Cloud-loysnir).

Goymsla av persónsupplýsingum og striking av slíkum.

Búnaðarstovan hevur skyldu at tryggja sær, at persónsupplýsingar verða goymdar trygt og soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja tann skrásetta longur, enn neyðugt er við atliti at endamálinum við viðgerðini.

Búnaðarstovan nýtir ávikavist journalskipan frá Skjalhald-landsins og roknskapar- og lønarskipan frá Búskaparskipan-landsins hjá Gjaldstovuni til at goyma skjøl við persónsupplýsingum í. Í hesum sambandi fylgir Búnaðarstovan galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingar skulu goymast.

Tó er tað soleiðis, at landbúnaðarmál, lendismál og fastognarmál v.m. mangan kunnu hava ein langan tíðarkarm, og tí hevur Búnaðarstovan í ávísum førum tørv á at goyma persónsupplýsingar yvir longri áramál.

Skjalhald-landsins og Búskaparskipan-landsins skipa fyri avhendan (arkivering) av skjølum og øðrum viðkomandi savnindum til Tjóðskjalasavnið sbrt. løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru antin goymdar á Tjóðskjalasavninum ella eru vrakaðar/burturbeindar, tekur Tjóðskjalasavnið við dátuábyrgdini.

Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár eftir, at endalig avgerð varð tikin í málinum.

Rættindi hjá skrásetta.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapitli 4 í dátuverndarlógini.

Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:

1.   Rætturin til kunning í §§ 23-25

2.   Rætturin til innlit í § 26

3.   Rætturin til rætting í § 27

4.   Rætturin til striking í § 28

5.   Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29

6.   Rætturin til dátuflutning í § 31

7.   Rætturin til mótmæli í § 32-34

8.   Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, hvørt hon kann gangast á møti ella ei.

Um tú vilt gera ein ella fleiri av hesum rættum galdandi, skalt tú venda tær til Búnaðarstovuna á antin bst@bst.fo ella við brævi til Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, 410 Kollafjørður, ella á telefon 479000. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9 og 15.

Rætturin at taka samtykki aftur.

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka sítt samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykkið aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykkið, steðga.

Um viðgerð av persónupplýsingum um teg í einum máli hjá Búnaðarstovuni er grundað á samtykki, kanst tú taka samtykkið aftur við at venda tær til Búnaðarstovuna á antin bst@bst.fo ella við brævi til: Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, 410 Kollafjørður, ella á telefon 479000. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9 og 15.

Klaga til Dátueftirlitið.

Skrásettið kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, sum viðvíkja honum.

Metir tú, at Búnaðarstovan ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.

Samskiftisupplýsingar.

Búnaðarstovan er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av persónsupplýsingum v.m., sum fer fram á stovninum.

Vit eru at hitta soleiðis:

Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður. Teldupostur: bst@bst.fo Telefon 479000.

Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9 og 15.

Dátuverndarfólk.

Andrass Holm Arge, Cand. jur. og deildarleiðari á Búnaðarstovuni, er dátuverndarfólk fyri stovnin.

Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónsupplýsingum á Búnaðarstovuni, kanst tú venda tær til okkara dátuverndarfólk

Andrass Holm Arge kann hittast á tlf. +298 299016 og á teldupostadressuni: aha@bst.fo ella við at skriva bræv til adressuna, ið er víst á omanfyri.

Teldupostur ella bræv skulu vera stílað til: dátuverndarfólk.

Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við kunningarskriv og aðra vitjan á heimasíðu okkara.

Sum nú er, ber ikki til at tekna seg fyri tíðindabrøv ella øðrum tílíkum talgildum kunningartilfari frá Búnaðarstovuni umvegis heimasíðu okkara www.bst.fo

Búnaðarstovan hevur tó í umbúnað at fáa slíkt kunningartilfar í lag, og tá verður tørvur á at skráseta m.a. teldupostadressu hjá viðkomandi, ið teknar hald.

Heimasíðan hjá Búnaðarstovuni verður veitt av fyritøkuni Sendistovan, og Búnaðarstovan hevur trygdarváttan frá Sendistovuni fyri raksturin av heimasíðuni. Vitjanir á heimasíðuni verða skrásettar hjá heimasíðuveitaranum (m.a. IP-adressan á tíni eind, umframt aðrar dátur).

Útgáva: august 2022.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369