Landbúnaðarstuðul og umsóknarbløð
Búnaðarstovan umsitur landbúnaðarstuðulin, sum árliga verður veittur á Løgtingsfíggjarlógini.
Nýggj landbúnaðarlóggáva kom í gildið ársskiftið 2026. Hendan lóggáva avloysir gomlu skipanina viðvíkjandi stuðli til landbúnaðin.
Av tí, at løgtingsval varð útskrivað, eru kunngerðirnar, sum lýsa hvussu stuðulin skal umsitast, ikki lýstar og settar í gildið enn.
Búnaðarstovan fær tí ikki viðgjørt nýggjar umsóknir um stuðul í løtuni. Vit biðja tykkum halda okkum til góðar.
