140x140

Landbúnaðarstuðul og umsóknarbløð

Búnaðarstovan umsitur landbúnaðarstuðulin, sum árliga verður veittur á Løgtingsfíggjarlógini.

Nýggj landbúnaðarlóggáva kom í gildið ársskiftið 2026. Hendan lóggáva avloysir gomlu skipanina viðvíkjandi stuðli til landbúnaðin. 

Av tí, at løgtingsval varð útskrivað, eru kunngerðirnar, sum lýsa hvussu stuðulin skal umsitast, ikki lýstar og settar í gildið enn. 

Búnaðarstovan fær tí ikki viðgjørt nýggjar umsóknir um stuðul í løtuni. Vit biðja tykkum halda okkum til góðar.

Stuðulin verður veittur við heimild í:

Løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul og

Løgtingslóg nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m.,

og sambært ásetingunum í

Kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018 um stuðul til landbúnaðin

Kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan

Reglugerðir eru fyri stuðulsveitingar:

Reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn

Reglugerð fyri veiting av stuðli til føroyskt framleitt neyta- og kálvakjøt

Reglugerð um stuðul til alidjór og verkætlanir fyri gomul føroysk húsdjórasløg, sum eru góðkend av Búnaðarstovuni

Niðanfyri ber til at taka niður og útskriva umsóknarbløð til landbúnaðarstuðlar

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369