140x140

Landsseyðasíningin 2025

  • Yvirlit yvir tilmeldaðu seyðirnar 2025

  • Videoupptøkur av øllum seyðunum, ið vóru meldaðir til Landsseyðasýningina í ár

  • ​​Myndir av øllum seyðunum, ið tóku lut í Landsseyðasýningini í ár 

  • Myndir av seyðunum, ið vunnu Landsseyðasýningina 2025

  • Fríggjadagin 21. novembur 2025 vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

  • Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

  • Avgerðin
    Úrslitini fyri 2025 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 21. november 2025 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott xx áhugaði vóru komin saman, umframt at umleið xx fólk fylgdu við á netinum. Tiltakið byrjaði við, at Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.

    Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. 

  • Sigud L. Lamhauge, stjóri hjá IRF, hevði framløgu um burturkast og leivdir frá fletting, sum í dag enda á brennistøðunum. 'Vit brenna tað, vit áttu at eta'

  • Eftir kaffisteðgin vórðu videoupptøkur vístar av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan kunngjørdi  Bjørn Patursson, fyrrverandi stjóri á Búnaðarstovuni, úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 og handaði virðislønirnar.

  • Úrslitini vóru hesi:

    Veðragjólingar:

  • 1. Virðisløn: Tummas Rubeksen, Argir
  • 2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður
  • 3. Virðisløn: Sørin Petersen, Viðareiði
  •  
  • Veturgamlir veðrar:

  • 1. Virðisløn: Dan M. Olsen, Rituvík
  • 2. Virðisløn: Tummas í Niðristovu, Vestmanna
  • 3. Virðisløn: Hartvig Hammer, Hvalba
  •  
  • Eldri veðrar:
  • 1. Virðisløn: Thorvald Lútzen, Syðradalur
  • 2. Virðisløn: Dánjal í Húsinum, Kollafjørður
  • 3. Virðisløn: Dam M. Olsen, Rituvík

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369